Hvør setur strikurnar

Eg eri Eyðbjørg Sigurdsdóttir Andreasen, og eg eri grafiskur sniðgevi. Undir lestrinum starvaðist eg hjá Schultz Grafisk, ið er ein stór prentsmiðja í Albertslund, og tað var her, at stóri áhugin fyri prenti og prentlutum birtist. Fyri meg og mítt yrki er tað sera virðismikið, at eg havi royndir á øllum stigunum, ein prentlutur fer ígjøgnum; t.e. frá hugskoti, til skerm og at enda til prent.

Eftir loknan lestur fekk eg starv á lýsingarstovuni BGRAPHIC í Keypmannahavn, og her arbeiddi eg saman við einum sera professionellum hópi í 10 ár. Í 2020 stovnaði eg egið virki: Sigurdsdóttir.

Eftir 19 árum í Danmark gjørdi eg av at flyta heim aftur til Føroya, og í 2021 fekk eg eitt spennandi og mennandi starv hjá VIRKA í Tórshavn. Men longsulin eftir at vera sjálvstøðug vinnurekandi fór aftur at vaksa, og í november 2023 tók eg aftur stigið til at standa á egnum beinum.

Samstarv? Lati okkum taka eitt kaffiprát 🙂

Sniðgeving

Visuellan samleika, búmerkir, heimasíður, PowerPoint-skabelónir, illustratiónir, miðlarøkt, myndatøkur, animatiónir, portallýsingar o.a.

Online

Heimasíður, PowerPoint-skabelónir, illustratiónir, miðlarøkt, animatiónir, portallýsingar o.a.

Prent

Bøkur, faldarir, visitkort, rollup, sniðgeving til foliering av bilinum og vindeygum, kort, plakatir o.a.

Scroll to Top