Handilstreytir

Hesar handilstreytir eru galdandi fyri keyp á sigurdsdottir.fo.

Virkisupplýsingar

SIGURDSDÓTTIR
Einst.Virki
V-tal: 651451
Noregsvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar

Tel.: 289094
Teldupostur: ea@sigurdsdottir.fo

Vørurnar kunnu keypast og heintast her:
Atelier Amy
Niels Finsens gøta 18, 1. hædd
100 Tórshavn

Prísir og gjald

Allir prísir á sigurdsdottir.fo eru í donskum krónum (DKK) og íroknað MVG, har MVG er viðkomandi.

Gjaldast kann við teimum gjaldskortum, sum verða víst í nethandlinum. Kortgjøld verða avgreidd trygt umvegis QuickPay.

Tá tú bíleggur, verður upphæddin fyrst autoriserað á gjaldskortinum. Gjaldið verður ikki trekt, fyrr enn bíleggingin er avgreidd og vøran verður send.

Vit kunnu ongantíð trekkja eina hægri upphædd enn ta, sum tú hevur góðkent í sambandi við keypið.

Bílegging

Tá tú hevur gjøgnumført eina bílegging, fært tú eina bíleggingarváttan við telduposti.

Um ein vøra kortini ikki er tøk, ella ein feilur er í bíleggingini, seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.

Levering

Vørur verða sendar við Posta til adressuna, sum verður upplýst í sambandi við bíleggingina.

Vanlig leveringartíð er innan eina viku frá bílegging. Um leveringin verður seinkað, seta vit okkum í samband við teg.

Leveringskostnaður verður vístur í checkout, áðrenn bíleggingin verður góðkend.

Angrur og retur

Ynskir tú at angra eitt keyp, skalt tú boða okkum frá innan 14 dagar frá tí, tú hevur móttikið vøruna.

Boða frá á info@sigurdsdottir.fo og upplýs navn og bíleggingarnummar.

Eftir at tú hevur boðað frá, skal vøran sendast aftur til:

SIGURDSDÓTTIR
Noregsvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar

Vøran skal latast aftur í sama standi, sum hon varð móttikin. Tú hevur ábyrgdina av vøruni, meðan hon verður send aftur.

Kostnaðurin fyri at senda vøruna aftur verður goldin av kundanum, uttan so vøran er skeiv, skadd ella hevur ein feil.

Serframleiddar og persónliga tillagaðar vørur

Angrirætturin er ikki galdandi fyri vørur, sum verða framleiddar eftir ynski kundans ella eru týðiliga persónliga tillagaðar.

Hetta kann til dømis vera ein vøra, sum verður framleidd við serligum navni, teksti, sniði ella øðrum persónligum tillagingum.

Afturgjald

Tá vit hava móttikið returvøruna og staðfest, at treytirnar fyri retur eru loknar, verður viðkomandi upphædd afturgoldin.

Afturgjaldið verður sum útgangsstøði flutt aftur við sama gjaldshátti, sum varð nýttur til upprunaliga keypið.

Feilur, skaði og reklamation

Um tú móttekur skeiva ella skadda vøru, ella feilur er á vøruni, skalt tú seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt á info@sigurdsdottir.fo.

Upplýs bíleggingarnummar og greið frá trupulleikanum. Send gjarna myndir, um talan er um sjónligan feil ella skaða.

Um reklamationin er heimilað, finna vit eina hóskandi loysn. Tað kann til dømis vera at umvæla ella býta vøruna, ella at afturgjalda keypsupphæddina, alt eftir umstøðunum.

Lógarásetti reklamationsrætturin verður ikki skerdur av hesum handilstreytum.

Avlýsing av bílegging

Um tú ynskir at avlýsa eina bílegging, set teg í samband við okkum skjótast gjørligt á info@sigurdsdottir.fo.

Er vøran longu send ella framleiðslan av einari serframleiddari/persónliga tillagaðari vøru byrjað, kann bíleggingin ikki altíð avlýsast.

Persónsupplýsingar

Tá tú bíleggur á sigurdsdottir.fo, savna vit tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at avgreiða bíleggingina, eitt nú navn, adressu, teldupostadressu og telefonnummar.

Upplýsingarnar verða nýttar til at avgreiða bíleggingina, levering og samskifti við teg í sambandi við keypið.

Kortupplýsingar verða handfarnar av okkara gjaldsveitara og verða ikki goymdar hjá SIGURDSDÓTTIR.

Persónsupplýsingar verða ikki latnar óviðkomandi triðjaparti, uttan so tað er neyðugt fyri at avgreiða bíleggingina, t.d. í sambandi við gjald ella levering.

Góðkenning av handilstreytum

Við at gjøgnumføra eina bílegging á sigurdsdottir.fo váttar tú, at tú hevur lisið og góðtikið hesar handilstreytir.

Samband

Hevur tú spurningar um eina bílegging, levering, retur, afturgjald ella handilstreytir, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

SIGURDSDÓTTIR
Noregsvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar

V-tal: 651451
Tel.: 289094
Teldupostur: info@sigurdsdottir.fo