Privatlívspolitikkur
Hjá SIGURDSDÓTTIR virða vit títt privatlív og viðgera tínar persónsupplýsingar við fyriliti.
Hesin privatlívspolitikkurin greiðir frá, hvørjar upplýsingar vit savna, hví vit savna tær, og hvussu tær verða nýttar, tá tú vitjar sigurdsdottir.fo, keypir í nethandlinum ella setur teg í samband við okkum.
Dátuábyrgdari
Dátuábyrgdari fyri viðgerðina av tínum persónsupplýsingum er:
SIGURDSDÓTTIR
Einst.Virki
V-tal: 651451
Noregsvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar
Tel.: +298 289094
Teldupostur: esa@sigurdsdottir.fo
Hvørjar upplýsingar savna vit?
Tá tú keypir í nethandlinum, setur teg í samband við okkum ella á annan hátt brúkar heimasíðuna, kunnu vit savna upplýsingar sum:
navn
adressu og leveringsadressu
teldupostadressu
telefonnummar
upplýsingar um bíleggingar og keyp
samskifti við okkum
tekniskar upplýsingar um nýtslu av heimasíðuni, har tað er viðkomandi.
Vit savna bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at veita okkara tænastur, avgreiða keyp ella reka heimasíðuna.
Hvat verða upplýsingarnar brúktar til?
Persónsupplýsingarnar kunnu verða nýttar til at:
avgreiða og umsita bíleggingar
taka ímóti gjaldi
senda og útflýggja vørur
senda bíleggingarváttan og aðrar upplýsingar um keypið
svara fyrispurningum
handfara retur, reklamation og afturgjald
reka og betra um heimasíðuna
lúka galdandi lógar- og bókhaldskrøv.
Gjald
Gjald á sigurdsdottir.fo verður avgreitt umvegis QuickPay og viðkomandi gjaldsveitara/acquirer.
SIGURDSDÓTTIR fær ikki atgongd til og goymir ikki fullar kortupplýsingar hjá kundanum.
Gjaldsveitarar kunnu viðgera tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at gjøgnumføra og tryggja gjaldið.
Levering
Tá ein vøra skal sendast, kunnu neyðugar upplýsingar, eitt nú navn, adressa og kontaktupplýsingar, verða latnar Posta fyri at kunna avgreiða leveringina.
WooCommerce
Nethandilin á sigurdsdottir.fo er bygdur við WooCommerce.
Tá tú gert eina bílegging, verða upplýsingar um bíleggingina goymdar í skipanini fyri at kunna avgreiða keypið, veita kundatænastu og lúka viðkomandi bókhalds- og lógarásettar skyldur.
Deiling av upplýsingum
Vit selja ikki tínar persónsupplýsingar.
Upplýsingar verða bert latnar triðjapørtum, tá tað er neyðugt fyri at veita eina tænastu, sum tú hevur biðið um, t.d. í sambandi við:
gjald
levering
rakstur og hýsing av heimasíðuni
bókhald og lógarásettar skyldur.
Goymsla av upplýsingum
Vit goyma persónsupplýsingar so leingi, sum tað er neyðugt fyri endamálið, tær vórðu savnaðar til, ella so leingi sum galdandi lóggáva krevur tað.
Tá upplýsingarnar ikki longur eru neyðugar, verða tær strikaðar ella anonymiseraðar, har tað er viðkomandi.
Trygd
Vit nýta hóskandi tøknilig og skipanarlig trygdartiltøk fyri at verja persónsupplýsingar móti óheimilaðari atgongd, missi, broyting og misnýtslu.
Heimasíðan nýtir SSL-kryptering til at verja samskiftið millum tín kaga og heimasíðuna.
Cookies
Sigurdsdottir.fo kann nýta cookies, sum eru neyðugar fyri, at heimasíðan og nethandilin virka rætt.
Um aðrar cookies verða nýttar, eitt nú til hagtøl ella marknaðarføring, verða hesar handfarnar sambært galdandi reglum og teimum valum, tú gert í cookie-loysnini á heimasíðuni.
Tíni rættindi
Tú kanst hava rætt til at:
fáa innlit í tær persónsupplýsingar, vit hava um teg
fáa skeivar upplýsingar rættaðar
biðja um striking av upplýsingum
biðja um avmarking av viðgerð
mótmæla ávísari viðgerð
fáa upplýsingar fluttar, har hetta er galdandi.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Broytingar
Vit kunnu dagføra hendan privatlívspolitikkin, um okkara tænastur, nethandil ella lógarásetingar broytast.
Nýggjasta útgávan verður altíð tøk á sigurdsdottir.fo.
Samband
Hevur tú spurningar um viðgerðina av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við:
SIGURDSDÓTTIR
Noregsvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: 651451
Tel.: +298 289094
Teldupostur: info@sigurdsdottir.fo